Tíðindi

30. aug 2022

Skúlarenning

Í allar fagrasta veðri runnu 123 fittir og raskir næmingar norð til Sálarbótará í morgun. Dagurin byrjaði við felags morgunsangi í nýggju forhøllini "Borgin", og aftaná skipaðu nakrir næmingar fyri upphiting á vøllinum. Síðani fóru øll rennandi og gangandi avstað móti Sálarbótará. Á vegnum varð lurta eftir tónleiki, prátað, flent og viðhvørt suffað eitt sindur. Við Sálarbótará fingu tey rosinur, Mariukeks og vatn. Stórur dentur verður lagdur á, at øll eiga at megna at ganga í tveir-tríggjar tímar ein góðveðursdag, og tí verður eingin koyrdur. Í staðin verður roynt at gera dagin hugnaligan við tónleiki og øðrum góðum, so øll kunnu fáa eitt gott upplivilsi. Markus og Esmar í 8. flokki og Jónatan í 4. flokki vóru fyrstir á mál. Teir brúktu 47 minuttir um at renna teir 10 kilometrarnar. 

22. aug 2025
Myndir frá renningar­deg­num 2025
14. aug 2025
Gloymd klæðir
13. aug 2025
Í dag byrjaðu 20 fitt børn í Stranda skúla
07. aug 2025
Skúlin byrjar aftur
17. jul 2025
Starvslýsing
18. jun 2025
Prógvhandan
09. mai 2025
Myndir frá fríggja­deg­num á evnisvikuni
07. mai 2025
Evnisvika 2025
Send fyrispurning