Tíðindi

22. okt 2021

Hugnalig vitjan

Í dag fekk skúlin hugnaliga vitjan. Tað vóru Signar á Brúnni, Ólavur Christiansen og Hergeir Nielsen, sum allir hava arbeitt sum lærarar í Stranda skúla. Og eins fyri teir allar er, at hetta var teirra fyrsta lærarastarv. Signar og Ólavur gingu í sama flokki á Læraraskúlanum og byrjaðu at arbeiða í Stranda skúla í 1969. Hergeir byrjaði í 1972. Signar arbeiddi í 5 ár á Strondum, Hergeir í 4 ár og Ólavur arbeiddi her í 40 ár. Teir hava mangan tosað um, at tað hevði verið stuttligt at vitja gamla arbeiðsplássið aftur, tí her trivust teir sera væl og hava nógv góð minnir frá, og tað gjørdu teir so í dag. Stuttligt var at hoyra teir práta um tíðina, tá teir byrjaðu her. Teir kendu enn nógv nøvn aftur og mintust, hvørji foreldrini og familjan annars var. Tey árini, teir arbeiddu her, búðu teir í ymiskum húsum á Strondum. Ólavur treivst so mikið væl, at hann flutti ikki av bygdini aftur :) Takk fyri vitjanina og støkkið endiliga inn á góvið aftur eina aðra ferð. 

01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
Send fyrispurning