Tíðindi

20. mai 2021

Góður og stuttligur síðsti skúladagur

Næmingarnir í 9. flokki vóru raskir at skipa dagin. Dagurin byrjaði við vanligari undirvísing, og kl 9 fóru øll út at gera morgunfimleik í 20 minuttir. Aftaná tað fóru næmingarnir í 9. flokki at undirvísa í byrjanar-og miðdeildini. Tey undirvístu í talvi, fyrisøgn, føroyskum og ymiskum øðrum. Aftaná mattíman var Just Dance á skránni, so tá fingu vit bæði rørt okkum og flent nógv. Klokkan 11 fóru øll niðan á vøllin til fótbólt og vatnkríggj. Fótbóltsdysturin millum starvsfólkini og 9. flokk var sera spennandi, og tá tíðin var farin stóð á jøvnum 1-1. Tí mátti brotssparkskapping til fyri at avgera dystin. Sera stinni læraramálmaðurin tók øll skotini uttan eitt, og flottu spørkini hjá hinum á starvsfólkaliðnum gjørdu, at hendan kappingin endaði 3-1. Tí vunnu starvsfólkini dystin við stórum fagnaði frá áskoðarunum. Meeen 9. flokkur ætlar sær mansterkur í 10. flokk, og hevur longu lovað, at tey fara við sigrinum komandi ár. Vit gleða okkum til ta tíð :) 

Takk fyri dagin 9. flokkur.

Myndir frá degnum eru at síggja í myndasavninum.

12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
18. jun 2026
Fráfaringarløta fyri Súsannu og Eyðgerð
18. jun 2026
Prógvhandan
Send fyrispurning