Tíðindi

28. aug 2020

Renningardagurin 28. august 2020

Í dag var árligi renningardagurin hjá skúlanum. Veðrið var gott, men vit høvdu væntað og vónað, at sólin fór at kaga fram. So var ikki, men tað foraði ikki næmingunum í at renna. Áðrenn vit fóru avstað, skipaði ítróttarholdið fyri upphiting, og so vóru vit klár. Tey flestu runnu avstað, men eisini var onkur, sum tók tað nokk so róligt. :-) Tey allar flestu komu allan vegin norður til Sálarbótará - onkur varð koyrdur við bili heim aftur - og nøkur komu norð hagar meira enn eina ferð. Ja, tveir sera knáir beiggjar gjørdu ikki mætari enn at renna eitt maraton, sum er 42,2 km. Sera flott! Til lukku tit báðir. Dagurin endaði við sunkist og køku, sum næmingar úr miðdeildini og hádeildini høvdu bakað. Myndir frá degnum síggjast her.

 

Upphitingin kann síggjast niðanfyri

21. okt 2026
2 lærarastørv leys at søkja
01. sep 2026
Tað grør um gangandi fót
12. aug 2026
21 fitt børn byrjaðu í 1. flokki í dag
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskifti við skúlan á Strondum
10. aug 2026
Skúlin byrjar aftur
30. jul 2026
Endur­lýsing eftir námsfrøðingi
29. jun 2026
Stranda skúli søkir eftir námsfrøðingi
24. jun 2026
Samrøðubólkar
Send fyrispurning