Tíðindi

03. jun 2020

Lærarastørv í Stranda skúla 2020-2021

Lærarastørv í Stranda skúla

Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2020.

Trý tíðaravmarkað størv vegna niðursett tímatal og avlopstímar:
 

  • Einum lærara at undirvísa í ymsum lærugreinum í byrjanardeild, umframt gentuítrótti í hádeild.
     
  • Einum lærara at undirvísa í ymsum lærugreinum í miðdeild, umframt dreingjaítrótti í hádeild.
     
  • Einum lærara at undirvísa í miðdeild og hádeild. Hetta starvið er ikki fulla tíð.  
     

 

Søkt verður eftir lærarum, sum

  • undir  ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
  • halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast.
  • eru fús at taka við avbjóðingum og broytingum, sum menna og skapa virðing fyri skúlanum
  • eru vanir at nýta teldil í undirvísingini
     

 

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleika í nevndu lærugreinum.

 

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tíðaravmarkað størv verða sett fyri skúlaárið 2020 – 2021.

 

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,

Hans Petur Jacobsen,

Strandatún 17

490 Strendur,

hans.petur.jacobsen@skulin.fo

í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. juni 2020 kl. 15.00.

 

Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 472732 ella tlf. 232730.

 
Stranda skúli hevur komandi skúlaár um 130 næmingar og um 18 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.strandaskuli.fo

 

 

23. jan 2026
20 fitt børn fara at byrja í 1. flokki í august
07. jan 2026
Innskriving til 1. flokk
05. jan 2026
Leyst starv fram til summar­frítíðina
12. des 2025
Jólahald fyri pensionistum, ommum og abbum
12. des 2025
Jólahald fyri foreldrum
19. nov 2025
Hondbóltslands­liðið hjá kvinnum vitjar
11. nov 2025
Felags foreldrafundur í Stranda Skúla
30. okt 2025
3 A-lands­liðsspælarar hava gingið í Stranda skúla
Send fyrispurning