Tíðindi

15. apr 2020

Kunning og vegleiðingar um skúlagongd eftir páskir. (Dagført 17.04.20)

20.apríl verður skúlagondin varliga tikin upp aftur. 

4.-10.flokkur fara at hava netundirvísing. Luttøkuskylda er galdandi fyri alla netundirvísingina.

 

1.-3.flokkur kunnu møta í skúla frá 8.00-12.00 hvønn dag.

Lesið eisini hetta skriv frá Coronaráðgevingin lagt út 17.04.20. (trýst her)

Tey, ið ikki ætla at senda børnini í skúla, boða ábyrgdarlæraranum frá. Fráboðanin skal verða fyri eina viku ísenn. Fráboðast skal í seinasta lagi mikudagin vikuna framman undan, so undirvísingin kann skipast á besta hátt. Teir næmingar, ið ikki møta í skúla mugu fáa undirvísing heima. 

Eisini skulu vit boða frá, at allar próvtøkur hjá 9.-10.flokki eru avlýstar í ár, og landsroyndin hjá 4. og 6.flokki er flutt til  september; landsroyndin verður tá fyri somu næmingum, sum áttu at farið til landsroynd í apríl í ár.  

Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum (dagfest 15.04.2020)

Blíðar heilsanir

Leiðslan í Stranda skúla

 

26. mai 2026
Vit eru røsk at lúka
22. mai 2026
Starvslýsing
13. mai 2026
Síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokki
13. mai 2026
Listaleypu­rin við Jákupi Veyhe og Hettarher vitjaði
13. mai 2026
Heimasetningu­rin broyttur
06. mai 2026
Várkonsert hjá Stranda musikkskúla
24. apr 2026
Myndir frá ítrótta­degnum
23. apr 2026
1-1-2 dagur
Send fyrispurning