Tíðindi

08. apr 2020

Heilsan frá Stranda skúla 08.04.2020

Góðu næmingar, foreldur og lærarar

Vit høvdu vónað at síggjast aftur um eina lítla viku, men so verður ikki. Vit skulu halda fram at vera saman hvør sær eina tíð aftrat.

Um einki óvæntað hendir, letur skúlin uppaftur fyri næmingum í byrjanardeildini mánadagin 20. apríl, men tað verður ikki møtiskylda. Tað vil siga, at tað verða foreldrini, sum gera av, um børnini koma í skúla. Læknaliga tilmælið er, at so nógv børn sum gjørligt verða verandi heima. Vit hava tó góðar umstøður viðvíkjandi plássi, so vit eru til reiðar at taka ímóti teimum børnum, hvørs foreldur velja, at tey koma í skúla.

Hjá næmingum í byrjanardeildini, sum ikki møta í skúlanum, í miðdeildini og í hádeildini heldur fjarundirvísingin fram. Hvussu leingi vita vit ikki enn. Vit mugu bara geva tol og vita, hvussu tað fer at ganga at lata samfelagið uppaftur so við og við.

Í hádeildini verður ársmet givið í staðin fyri próvtøku. Tað merkir tó ikki, at undirvísingin heldur uppat, ella at næmingarnir bara skulu taka sær av løttum. Ársmetið verður latið umleið hálvan juni, so avrikini hjá næmingunum hesar báðar komandi mánaðirnar kunnu kanska toga ársmetið eitt sindur upp.

Páskahøgtíðin stendur fyri durum, og hon verður øðrvísi enn vant, nú vit bara sleppa at vera nøkur fá fólk saman. Men vónandi ber tað til í teimum einstøku familjunum kortini at finna saman um at halda páskir.

Frá skúlanum vilja vit ynskja øllum gleðiligar páskir og heita á tykkum øll um at ansa væl eftir tykkum sjálvum og hvørjum øðrum.  

13. mai 2026
Síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokki
13. mai 2026
Listaleypu­rin við Jákupi Veyhe og Hettarher vitjaði
13. mai 2026
Heimasetningu­rin broyttur
06. mai 2026
Várkonsert hjá Stranda musikkskúla
24. apr 2026
Myndir frá ítrótta­degnum
23. apr 2026
1-1-2 dagur
22. apr 2026
Góður, stuttligur og gevandi kreativur dagur í dag
24. mar 2026
Myndir frá Lesifest­ini
Send fyrispurning