Virksemi

Djór í Føroyum-Ravnur

Skrivað hevur Ró Ásadóttir Hammer


Ravnur



Ravnur er heldur vakur fuglur. Svarti búni hansara skyggir bláur og grønligur. 


Ravnur hevur vakurt flog.


Hann livir sum rovfuglur, og í Føroyum hevur hann eisini verið roknaður upp í rovfugl.


Í februar ella tíðliga í mars verpur hann 4 ella 5 egg, grøn við brúnum prikkum.


Longd: 64 cm
Vekt: 1200 g
Flog: 120-150 cm

Aftur
Send fyrispurning