Sangir

Hvør er kongur tín? - Jesus!

Eg kenni ein kong so mætan;


sterkastur av øllum er hann.


Onki slott,


onga kongakrúnu,


men størsta sigurin vann – Ja!


        Hvør er kongur tín? – Jesus!


        Ongin annar enn Jesus!


        Hvør annar kongur megnar sum hann


        at vinna á deyða?


        Bara EIN kann:


        og tað er kongur mín – Jesus!


        Ongin annar enn Jesus!


 


Eg kenni ein kong so góðan;


ofraði sítt lív fyri meg.


Gav mær vón,


gav mær frið í hjartað


og lat upp lívsins veg  - Ja!


         Hvør er kongur tín? – Jesus!


         Ongin annar enn Jesus!


         Hvør annar kongur megnar sum hann


         at vinna á deyða?


         Bara EIN kann:


         og tað er kongur mín – Jesus!


         Ongin annar enn Jesus!


 


 


Eg kenni ein gong í himli;


verjir meg í stormi og ódn.


Kom nú við,


kom og takka honum!


Vit eru hansara børn – Ja!


           Hvør er kongur tín? – Jesus!


           Ongin annar enn Jesus!


           Hvør annar kongur megnar sum hann


           at vinna á deyða?


           Bara EIN kann:


           og tað er kongur mín – Jesus!


           Ongin annar enn Jesus!


 


Orð og lag: Hallgerð Brim, 2017


 

Aftur
Send fyrispurning