Barnið, bergið og blómurnar
Barnið, bergið og blómurnar
Vilt tú finna blómurnar,
eingin annar eigur,
gakk so djarvur huga tíns
brøttu bjargaleiðir.
Sortugrøs og hjálpurót,
út av torvu hanga,
fagrast eru blómurnar,
har ringast er at ganga.
Inni djúpt í gjáarskýmd
har dagur valla røkkur,
standa og hótta í hálvalýsing
trøllakampabløðkur.
Óttast ikki deymin har
ið fúnað er og modnað,
óttast ikki tostan har,
ið hvør er keldan tornað.
Óttast ikki hæddina
har hálkaður er klettur,
lat ei ørast fyri tær
at tú oman dettur.
Klívur tú og klintrast tú
allar leiðir finnur
upp og niður inn og út
størri fong tú vinnur.
Kanska nøgd av blómum tá
fært tú saman strevað
nógvar ferðir fagrari
enn nakar kann tær geva.
Barn mítt, mangur undan tær
søkti sama lendið,
mangur, mangur undan tær
sum armur aftur vendi.
Men, mítt barn, um blómur tú
vilt vinna eingin eigur,
mást tú klúgva huga tíns
brøttu bjargaleiðir.
Karsten Hoydal (1912-1990)
Aftur