Sangir

Sum eitt summar

Hugsar tú onkuntíð tankan hjá mær,


at tú ert heppin, at mamma teg bar


í hendan heim - her er fagurt og gott.


Hugurin leitar hátt.


 


Sum eitt summar - 


sum ein glotti gjøgnum skýggj


vil eg skína tað frægasta, eg kann.


Á, eg vil lýsa,


ynski hýsa


tí allarbesta, eitt mannabarn nú kann.


 


Hugsar tú nakrantíð tankan hjá mær,


lukka tað er - eg kann gleðast við tær.


Ja, tað er longsulin á míni leið,


ljós mítt, tað kámast ei.

Aftur
Send fyrispurning