Prutlini hjá postboðnum
:/: Prutlini hjá postboðnum tey dríva á at koyra. :/:
:/: Um veturin fær postboðið sær húgvu niður um oyrað. :/:
:/: Taskurnar hjá postboðnum, tær eru um at bresta. :/:
:/: Har eru brøv og lýsingar, tó rokningar tað mesta. :/:
:/: Postboð renna sera skjótt, tá óðir hundar goyggja, :/:
:/: so kvikliga og lættføttir sær út um portrið smoyggja. :/:
:/: Prutlini hjá postboðnum, tey skreiða eftir gleri, :/:
:/: og postboð mutla: Hundans tíð, eg ikki meira beri. :/:
:/: Onkran dag er lagið gott, tá blíðar konur bjóða :/:
:/: at geva teimum drekkamunn og skuffukøku góða. :/:
Aftur