Tað brenna túsund ljós
Tað brenna túsund ljós í nátt,
tey ljóma yvir breyt;
nú verður bygt mítt dreymaslott
og skrýtt í eydnuskreyt.
Tað brenna túsund ljós í nátt,
og tendrast túsund bros,
og loftið verður høgt og blátt,
og týnist dust og bos.
Og túsund eygu síggi eg,
tey eygu eru glað,
og túsund kenslur fevna meg
á mínum heimastað.
Og alt er ljóst, og alt er gott,
og eydnan tykist nær.
Tað brenna túsund ljós í nátt,
tey brenna fyri mær.
Aftur