Sangir

Vit eru elskað.

Frá tí at sólin rísur, og til hon fer í kav,


síggi eg Guds stórleika, sum hann okkum gav.


Himmalin og jørðin og tað stóra hav


alt tað, sum eg síggi - alt hann okkum gav.


Alt tað vakra, Gud mær hevur givið.


Alt, eg síggi, takk’i eg Gudi fyri.


Takk, Gud fyri, at tú vilt okkum tað besta.


Takk, Gud fyri, at vit eru elskað.


WO HO O……. (x2)


 


2. Eg havi nógvar vinir, vit hugna okkum væl,


vit elska at vera úti og spæla okkurt spæl.


Og tá vit eru inni, tað hendir jú viðhvørt,


eg tekni skaparverkið, sum Gud mín hevur gjørt.


Alt tað vakra, Gud mær hevur givið


Alt, eg síggi, takk’i eg Gudi fyri.


Takk, Gud fyri, at tú vilt okkum tað besta.


Takk, Gud fyri, at vit eru elskað.


WO HO O……. (x2)


 


3. Við mammu og við pápa – og systkin míni tvey -


ein lítlan túr í hagan at síggja fugl og seyð.


Og hvar eg so mær vendi, og hvar eg hyggja man,


eg síggi skaparverkið og æri skaparan.


Alt tað vakra, Gud mær hevur givið


Alt, eg síggi, takk’i eg Gudi fyri.


Takk, Gud fyri, at tú vilt okkum tað besta.


Takk, Gud fyri, at vit eru elskað.


WO HO O……. (x2)


 


Orð og lag: Ásbjørn Berthelsen, oktober 2025


 


 

Aftur
Send fyrispurning