Tú ert boðin við			
			
				
Niðurlag:
Tú ert boðin við í kongaliga brúðarveitslu!
Og eg havi hoyrt, at alt er klárt!
So, kom og fá tær nú, vit fara til borðs!
Lat tað runga um fjøll at í kongsins høll, (1-2-3)
har er nóg mikið av mati til øll.
1. Men eg havi ikki tíð.
Fáist við mítt egna stríð.
Tak onkran annan við, gev mær frið!
Nei, plássið er ætlað tær.
Gloym títt stríð og kom við mær!
Mat í yvirflóð fært har!
Tú ert boðin við!...
2. Men hvat skal eg fara í?
Kongur syrgir fyri tí!
Rein klæðir fært tú fyrst: Jesus Krist.
Tað ljóðar so sera lætt.
Kann alt hetta vera satt?
Munnu øll tað hava frætt?
Tú ert boðin við...
			
			Aftur