Sangir

Føroyar eru heimsins besta stað

Um tú ert barn og í Føroyum býr,


so kann lívið vera eitt ævintýr.


Eitt paradís á foldum er hvør bygd,


jú, her er sera vakurt, gott og trygt.


 


   Og vit kunnu velja hvønn dag


   at vera takksom, nøgd og glað


   fyri alt vit eiga og fyri henda stað.


   Ja, vit kunnu velja hvønn dag


   at síggja tað vakra og nóta tað.


   Jú, Føroyar eru heimsins besta stað.


 


At vera barn í Føroym tað er gott.


Hvar tú hyggur er alt so pent og flott.


Eitt spælipláss øll náttúran er.


Vit eru takksom, at vit liva her.


 


 


   Og vit kunnu velja hvønn dag


   at vera takksom, nøgd og glað


   fyri alt vit eiga og fyri henda stað.


   Ja, vit kunnu velja hvønn dag


   at síggja tað vakra og nóta tað.


   Jú, Føroyar eru heimsins besta stað.


 


Orð og lag: Niclas Heri Jákupsson, mai 2014

Aftur
Send fyrispurning