Sangir

Øskudólgur og sópingarkona

1. Øskudólgur og sópingarkona


hildu sær at gaman,


hvussu skulu vit liva,


tá ið vit koma saman?


 


2. Vit skulu taka tráðu í hond,


ganga oman við á,


fiska okkum smásíl


og føða okkum svá.


 


3. Hvussu skulu vit liva,


tá ið síl eru eingi í á?


Vit skulu okkum í havið út


stóran físk at fá.


 


4. Hvussu skulu vit liva,


tá ið fiskurin vil ikki bíta?


Vit skulu okkum í bóndans garð


at treskja kornið hvíta.


 


5. Hvussu skulu vit liva,


tá ið bóndin eigur einki korn?


Vit skulu taka lúður í hond


og blása hart í horn.


 


6. Hvussu skulu vit liva,


tá ið hornið vil ikki láta?


Vit skulu taka hamar og tong


og smíða skip og bátar.


 


7. Hvussu skulu vit liva,


tá ið báturin vil ikki ganga?


Far tær aftur í dungan út,


eg vil ikki við teg pranga!

Aftur
Send fyrispurning