Sangir

Harra Pætur og Elinborg

1. Harra Pætur og Elinborg,


børn vóru tey so ung,


løgdu sínum ástum saman,


mongum eru forløg tung.


 


Nú lystir meg í dansin at gá,


meðan rósur og liljur tær grógva væl.


 


2. Harra Pætur og Elinborg,


børn vóru tey so rík,


løgdu sínum ástum saman


mongum eru forløg slík.


 


3. Legði hann hendur á frúnnar háls


myntist við hana blíða:


“Hvussu leingi vilt tú, Elinborg,


festarmoy mín, bíða?“


 


4. “Bíða vil eg í sjey vetur


uttan frænda ráð,


giftast ikki livandi manni,


meðan eg liva má.


 


5. Bíða vil eg í sjey vetur


móti mín frænda vilja,


giftast ikki livandi manni


um enn meg kongur giljar.“


 


6. Harra Pætur stígur


í tann standandi floy:


“Eg forbjóði hvørjum manni


mína festarmoy!“


 


7.Harra Pætur stígur


í tann standandi stavn:


“Eg forbjóði hvørjum manni


sova í hennar arm!“


 


8. Sjey vetur forgangnir vóru,


Elin tók at leingja,


akslar yvir seg kápu blá


í glasglugga at standa.


 


9. Elin stendur í glasglugga


sær hon út so víða,


fagur var tann knørrin,


hon sær eftir havinum liða.


 


10. “Fullvæl kenni eg seglini,


fullvæl kenni eg rá,


fullvæl kenni eg knørrin tann,


ið harra Pætur ár.“


 


11. Elin gongur til strandar oman,


sínum borðum skeyt,


fagur var sá knørrin


for bryggjuni fleyt.


 


12. “Hoyrið tit, ríkir keypmenn!


Hvat hava tit at selja?“


- “Vit høvum skrúðir og skarlak reytt,


tað besta, frú kann velja.“


 


13. “Lítið er mær um skrúðir


og ei um skarlak reyða,


mín bróðir er av landi úti,


tí syrgi eg meg til deyða.“


 


14. “Hann er ei tín bróðir,


hann er tín biðlasvein,


hann er sær í Danimark


har ræður for borgum ein.


 


15. Hann er sær í Danimark,


teir kalla hann harra Pætur ríka,


hann hevur fest ta donsku frú,


hon er ikki tygara líki.“


 


16. Elin gongur frá strondum niðan,


sveipar hon seg í skinn,


so gár hon í høgaloft


for Eirik, bróður sín, inn.


 


17. “Væl sitið tær, Eirikur, bróðir mín!


Tað sigi eg tær av:


vilt tú vera mín stýrimaður


yvir tað salta hav?“


 


18. “Set teg niður við mínum borði,


drekk við mær í dag!


Eg kalli tað ei vera moyggjasið


at sigla tað salta hav.“


 


19. Elin snúðist av høllini út,


mestan var hon vreið:


“Gud lati meg ikki liva tann dag,


eg biði teg bønir meir!“


 


20. Tekur hon allar moyggjarnar


setur saman í ring,


hon tók upp ein silvursaks,


hon klippir hár umkring.


 


21. Tekur hon allar moyggjarnar,


hon klippir av teimum hár,


síðani lærir hon allar tær


tað jútska riddaramál.


 


22. Tekur hon allar moyggjarnar,


sker teim riddaraklæði,


so ganga tær til strandar oman,


sum Elin fyri var.


 


23. Eirikur gongur til strandar oman


á tann sama dag:


“Eg vil vera tín stýrimaður


yvir tað salta hav.“


 


24. “Eg seti ikki minni við


enn mín silvurring:


eingin kemur kallmaður


innan skipakring!


 


25. Eg seti ikki minni við


enn mín silvurkross:


eingin kemur kallmaður


inn á skip til oss!


 


26. Eg seti ikki minni við


enn mín silvurkorða:


Eingin kemur kallmaður


innan snekkjunar borða!“


 


27. Enntá var tað Elinborg,


dregur upp á seg glógva,


so gár hon til stýrið at stá,


og ternurnar at rógva.


 


28. Rókust úti í myrkum havi


mánaðirnar tvá,


ongar vættrar fingu tær


til nøkur lond at sjá.


 


29. Rókust úti í myrkum havi


mánaðirnar tríggjar,


ongar vættrar fingu tær


til nakað land at síggja.


 


30. Ongar vættrar fingu tær


til nøkur lond at sjá


fyri ta høgu boðaslóð,


so fell tann bylgja blá.


 


31. Svaraði frúgvin Elinborg


í fyrsta orði tá:


“Lovið heldur olmussu,


so fáum vær land at sjá!“


 


32. Summar lovaðu eina,


Elin lovaði tvá:


tá tók tokan at lýsa av,


tær fingu land at sjá.


 


33. Allar lovaðu eina og tvær,


Elin lovaði trinnar:


tokan tók so at lýsa av,


tær fingu land at kenna.


 


34. Árla var um morgunin,


sólin roðar í fjøll,


tá tók tokan at lýsa av


for harra Pæturs høll.


 


35. Fríggjadagin í páskaviku


fóru tær út í hav,


tær komu ikki til landanna


fyrr enn Santa Mortans dag.


 


36. Kasta sínum akkerum


á tann hvíta sand,


fyrst stígur frúgvin Elinborg


sínum fótum á land.


 


37. Úti í miðjum grasagarði


akslar hon sítt skinn,


og so búgvin gongur hon


í høgar hallir inn.


 


38. “Heil sitið tær, harra Pætur,


yvir ydra breiða borð!


Plaga so allir høviskir sveinar


halda síni orð?


 


39. Væl sitið tær, harra Pætur


og tann danska frú!


Plaga so allir høviskir sveinar


halda sína trú?“


 


40. Harra Pætur snúðist yvir borðið fram


við silvurskál í hendi:


“Signi Gud tíni eygu tvá!


So gjølla eg teg kendi.


 


41. Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg!


Tú ver mær ikki vreið,


meðan eg fylgi mínum systursoni


tríggjar dagar á leið!


 


42. Meðan eg fylgi mínum systursoni


tríggjar dagar á leið;


komi eg ikki aftur tann fjórða,


so vænta meg ikki meir!“


 


43. Svaraði frúgvin Ingibjørg,


tár á kinnar lá:


“Hann er ei tín systurson,


fullvæl kann eg tað sjá.“


 


44. Svaraði frúgvin Ingibjørg,


tár á kinnar glíggjar:


“Hann er ei tín systurson,


so væl kann eg tað síggja,“


 


45. Svaraði frúgvin Ingibjørg


í triðja orði tá:


“Kallmanna hevur hon yvirbrøgd,


enn kvinnu hevur hon hár.“


 


46. Fylgdust tey til strandar oman


alt í einum liði,


harra Pætur og Elinborg


og Ingibjørg tann triðja.


 


47. Ingibjørg stendur á hvítum sandi,


sára ið hon grætur,


Elin stendur í fremra stavni,


hirðir ei, hvat hon letur.


 


48. “Liv nú væl, frú Ingibjørg,


tú hitt danska sprund!


Eg havi nú fingið mín festarmann,


eg lænti tær um stund.


 


49. Liv nú væl, frú Ingibjørg,


við títt elvargangi!


Eg havi nú fingið mín festarmann,


eg lænti tær so leingi.“


 


50. Grátandi snúðist frú Ingibjørg


aftur í sína borg,


glaður siglir harra Pætur


heim við Elinborg.


 


51. Drukkið var teirra brúdleypið,


kátt var teirra lív,


gingu bæði í eina song


harra Pætur og hans vív.


 


52. Fari fyri eystan, fari fyri vestan,


fari fyri verðsins enda!


Tey koma bæði í eina song,


ið Gud vil saman senda.


 

Aftur
Send fyrispurning