Sangir

Gleðilig jól

1. “Gleðilig jól! Gleðilig jól!”
ljóðar av himli einglalag.
“Armi syndari, óttas ei nú,
gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: “Jesus er føddur í dag.” :,:”


2. Faðir vár! Faðir vár!
høgt tó tú á himli býrt,
ikki gloymdi tú barnið títt
elskaði syndiga hjarta mítt;
:,: veri um ævi tær dýrd. :,:


3. Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: fyri gleðilig jól. :,:

Aftur
Send fyrispurning