Sangir

Másin sigur pli, pli, pli

Másin sigur: „Pli, pli, pli!“
Ternan sigur: „Kri, kri, kri!“
Lundin sigur: „Á, á, á!“
Krákan sigur: „krá, krá, krá!“
Lambið sigur: „Mæ, mæ, mæ!“
Stuttligt er at hoyra tað.
Vakrast er, tá smábørn syngja,
og tá kirkjuklokkur ringja.



Dunnan sigur: „Kvagg, kvagg, kvagg!“
Dunnan er eitt gamalt sjagg.
Hønan har við fjósins vegg
sigur „skrukk“ og verpur egg.
Haran sigur ikki stórt,
summardáin eiðasørt.
– Grøs og allar urtir tiga,
gleða seg, men einki siga



Lítli mín, hvat sigur tú,
fegin vil eg vita nú;
veit eg, meir enn djóramál
býr í tíni ungu sál,
eygu tíni siga frá,
at tú meir enn djórið sá.
Svarar lítil piltur glaður:
„Eg vil verða rættur maður.“

Aftur
Send fyrispurning