Sangir

Vit kunnu øll at renna dyst

Vit kunnu øll at renna dyst


og spæla "gamla mann".


Men altíð rennur Karin fyrst -


hon flestar leikir kann.


 


Hon hevur gult og purlut hár


og eygu klár og blá - 


og eina rødd sum sól og vár,


eitt sinn sum síl í á.


 


Og allar fuglar kennir hon


og blómur uttan tal,


um kapp við kálvin rennur hon,


og tað er runnið væl.


 


Hon er so leikandi og løtt 


og djørv og fótafim.


Hon syftir Óla sum ein vøtt


og ræðist ikki brim.


 


Og var hon gongur, hvar hon fer,


vit fylgja henni sæl.


Hon grønu byttu fulla ber,


og tað er borið væl.


 


Ja, Karin hon er altíð fyrst,


hon allar leikir kann.


Hon lærdi meg at renna dyst


og spæla "gamla mann".


 


Hans A. Djurhuus

Aftur
Send fyrispurning