Hoyr tann lítli starin
Hoyr tann lítli starin í leikandi lótum,
morgunsólin brandar og døgg at drekka fær,
hann er altíð klæddur, men beint nú á fótum,
aldri hann við sápu og lappa vaskar sær.
Hann ber ikki hatt, ikki flættu og kjóla,
ongar vakrar stivlar og einki turriklæð,
hevur einki fyri, skal ikki í skúla,
hann kann bara syngja tann líðilanga dag.
Tá ið hann er svangur, hann hoppar av steini,
maðkurin er vísur, tí miðafuglur er,
hann skal ikki fyrst verða stoktur at beini,
men í búkin niður so livandi hann fer.
Tá ið hann skal ferðast, hann ikki longur drálar,
hey, so er hann farin á ævintýraferð.
Hann hevur hvørki tasku, billett ella dálar,
hann brúkar sínar veingir, ein knáur knassi er.
Ja, hann flýgur hátt, flýgur hátt yvir mønum,
hann má ansa væl, at hann ikki snávar á,
smidliga hann snýr sær og setist á bønum,
har er kanska skatturin, sum eingin annar sá.
Teksur: Harald Bergstedt
Lag: Poul Schierbeck
Týðing: Rólant Lenvig
Nýtt lag: Petur Jákupsson
Aftur