Sangir

Eg veit eitt fitt og vakurt hús

Eg veit eitt fitt og vakurt hús,


har inni livdi lítil mús, -


og henda músin visti nógv


um áarløk og grønan hógv,


um torv í eyga og í krógv


 


Men kettan eigur annað bú,


og hon er klókari enn tú.


Fór lúrandi á myrku nátt


og lirkaði um duragátt.


Hin lítla músin fell í fátt


 


Her stendur tómt eitt lítið hús,


tí kettan drap ta lítlu mús.


So stillur áarløkur fer


og boð um hennar deyða ber.


Her endar søgan - úti er.


 


Orð: Hans Andrias Djurhuus


Lag: Petur Jákupsson

Aftur
Send fyrispurning