Sangir

Karin

Kavin var júst bráðnaður, og sólin hugdi fram,
tann dagin, lítla Karin ein ring á vegnum fann,
ein ring við eini perlu, hon glað til húsa rann,
og mamma segði: Karin góða, hvør man eiga hann?



Karin spurdi genturnar og konur har umkring,
men eingin kundi kennast við henda vakra ring
við tí dýru perlu, sum hon á vári fann,
so mamman helt, Karin nú kundi eiga hann.



Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk
á tumlinum, og onkuntíð í hálsbandi hann hekk,
mamman segði: Karin góða, goym nú ringin væl,
tí tá tú verður størri, á ringfingur hann skal. 



Tá Karin fylti seytjan, tá kom eitt fólk á gátt,
ein lítil gomul kona, og hárið tað var grátt,
hon segði: Góða genta, tú onga gávu fær,
í tíggju ár tú borið hevur gullringin hjá mær.



Eg einki vildi siga, tá tú ein dagin stóð
í gongini og spurdi meg so fitt og eygagóð
tú vísti mær á ringin, í tínum lógva lá,
men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá.



Tú kanst leita víða eftir gulli, um tú vilt,
og savna alskyns prýði, stás og annað gylt,
tó ikki alt, sum glitrar, er eydnan her í verð,
men lívið er ein dýrgripur, vit sjálvi evna her.

Aftur
Send fyrispurning