Sangir

O, heilagi krossur - 736

736
O, heilagi krossur,
tú heilsaður ver,
á tær hekk mín Jesus,
sum frelsti meg her.
Tað orðið um teg
so kært ljóða man.
Tað ber kraft og frið,
til eg síggja teg kann.



2. Tað bar mína móður
og faðir mín við,
tað gav teim í hjarta
ein ævigan frið.
Tað kallar, tað vekir
til nýtt lív í mær
og rekur tað burt,
sum av óndum her var.



3. Teir gomlu teg festu
á vaðbein og ár,
teir elskaðu merkið
um deyða og sár.
Tí vilja vit ungu
nú syngja um teg,
sum lýsir úr myrkri
og vísir oss veg.



4. Ein dagin, tá lívið á fold fjarar út,
og lívsalvin viknar,
ber angist og sút,
tá rætti eg hendur
og taki um teg,
tú heilagi krossur,
hvørs orð frelsti meg.

Aftur
Send fyrispurning