Sangir

Abbi tín

Abbi tín er ríkur,
og ei finst annar slíkur,
hann eigur fjós og kýr.
Abbi mín í smáttu býr,
og hann er ikki ríkur.


Abbi tín fær seyðir,
hjá honum eingin neyð er,
hann eigur altíð kjøt.
Abbi eigur ikki fløt,
í kova neyvan breyð er.


Sjóstúkan hin síða
hvønn halgidag man prýða
og fríðka abba tín;
ikki prýðir abba mín
kotið gamla, víða.


Abbi tín hann gongur
so fattur sum ein kongur
og er í góðum lag.
Abbi sigur altíð tað
“Eg orki einki longur.”


Abbi tín er bestur.
Hjá honum gistir prestur,
tit eru øll so fín,
og hann sigur, abbi mín
er sum ein treiskur hestur.


Tú kanst vera glaður,
tú veitst, tann besti maður,
at hann er abbi tín.
Einki er um abba mín,
nei, hann er eingin maður.


Tó, eg elski abba,
ið situr nú á stabba
við gamla grúgvustein.
Mær í huga ikki ein
kann metast javnt við abba.

Aftur
Send fyrispurning