Sangir

Einki er sum summarkvøld við strendur

1. Einki er sum summarkvøld við strendur.
Hvítar lýsa gjar- og flidnarendur.
Standa menn á nesjum og á tongum.
Bátur rør við áratøkum longum.


2. Veksur flóð og neyvan tú tað grunar.
Eiðasørt á nøkrum flúri runar.
Syftast fagrir fiskar fram við strendur,
meðan dagur leggur saman hendur.


3. Hýkur dimmið mjúkt um hellulandið.
Kámast agnið, her eg sjálvur standi.
Áraknarr og syftan millum flesja.
Hómast valla land ímillum nesja.


4. Fram við landi eftir taragrunni
hava blankar beitur støðugt runnið.
Sleiskast alt hjá monnunum á tanga.
Ein og ein teir heim til húsa ganga.

Aftur
Send fyrispurning