Sangir

Nú vakni øll úr svøvni glað - 549

549
Nú vakni øll úr svøvni glað,
nú náttarstundin hvarv;
nú sær mítt eyga ljósan dag,
nú byrjar dagsins starv.
 
2. Nú sólin vísir andlit blítt,
hon fer um fjørð og sund;
hon vermir arma hjarta mítt
og gleðir sára lund.
 
3. Hon minnir meg á morgun tann,
tá hann úr deyða stóð,
ið sigur yvir syndum vann
og yvir deyðans tjóð.
 
4. Ja, glaður hvør til dagsverk fer
í Jesu Kristi navn;
og tá ið tað at kvøldi ber,
hann førir oss í havn.
 
Jacob Hansen 1907. Lag: Sl. 254.

Aftur
Send fyrispurning