Sangir

Nú tendrast túsund jólaljós - 710

710
Nú tendrast túsund jólaljós
um myrka jarðarkring,
og túsund stjørnur sína kós
um hválvið sláa ring.



2. Og yvir alla fold í kvøld
nú jólaboðið fer
til mannaætt, í syndum køld:
Guðs sonur føddur er.



3. Tú bjarta stjørna, milda ljós,
sum birtist jólanátt,
ta vón, tú bart í fátækt fjós,
ber inn um hvørja gátt!



4. Skín í hvørt fátækt hjartaból,
tú jólastjørna blíð,
ber vitni um Guðs kærleikssól
í sælu jólatíð!

Aftur
Send fyrispurning