Nú skínur sól í dýrd og mæti - 229
229
Nú skínur sól í dýrd og mæti
- lívsljós av Harrans náðisæti -
nú kom Guðs náð so mild og blíð
og so hin væna summartíð;
nú spáar meir enn einglareyst
í Jesu navni valaheyst.
2. Ta løtu, summarsólin setur,
so fróur títlingurin letur;
og alt, sum Harrin kannar sær,
fær søtan svøvn, - tí hann er nær,
fær sælan dreym um paradís
og vaknar til Guðs lov og prís.
3. Guðs signing yvir dustið andar
eitt heimligt lag frá fjall' til strandar,
av yndi angar undir ský
úr paradís dýrdmetan ný,
og vakurt fer í ong avstað
úr lívsins flóð eitt kelduvað.
4. Tað veldur andin, sum her dalar,
tað virkar andin, sum her talar
Guðs orð til troyst og sálarbót
av kærleika og sannleiks rót
í navni orðsins, sum varð hold
og fór til himmals undan mold.
5. Kom, syngið andans prís og æru
nú jarðarríkis mannaskari.
Úr hvørji ætt, hvørt tungumál
syng takkarsong av hug og sál.
Í Harrans húsi, heimi, høll
syng' takkarsong av huga øll.
6. Í Jesu navn' tá andans tala
fær jødar, heidningar at mæla
og koma undir Jesu hond
øll móðurmál um heimsins lond;
tá ljóðar út úr bygd og bý
halleluja um alla tíð.
7. Guð faðir vár! Tá verður frøi;
tá ríki títt vil kenna grøði,
sum sólin ferðast vit hvønn dag
í Jesu Kristi dýrdarstað.
Tí, tá eg gav tær hjartað, Guð,
við honum fekk eg himnalut.
Grundtvig 1843.
Rólant Lenvig.
Lag: Sl. 251.
Aftur