Sangir

Nú heilsa blítt hvør øðrum tey føgru grønu strá - 682

682
Nú heilsa blítt hvør øðrum tey føgru grønu strá,
hoyr fuglasongur ljómar vítt um líðir,
har mjúka náttardøggin so sevjumikil lá
-hygg sólin við morgunroða prýðir!



2. Vár kæri Guð og faðir er minsta maðki nær,
hann føðir fugl og klæðir blómueingir;
mest mannabørn av øllum tey eru honum kær
-hann tárini turkar, tá ið treingir.



3. Guðs sonur kom sum barn, og á krubbustrá hann lá,
hans vøgga ikki vagga kundi honum;
teim smáu hevur lovað ta gleði at ná
-við sælu í himmiríkis lonum.



4. Guðs sonur er oss góður og barnavinur er,
hann barnið ber til Guðs á faðirarmi;
hann steðga kundi stormi á síni foldarferð
-men børnini bar at sínum barmi.



5. Tú okkum hevur signað og børn í favni bar
í Paradís vit síggjast á tí degi;
í bøn til Guðs tú lærdi oss tær at verða nær,
-vit lovsyngja tær við barnagleði!

Aftur
Send fyrispurning