Sangir

Nú frøi seg hvør kristin sál - 280

280
Nú frøi seg hvør kristin sál
og leiki hátt av gleði,
nú skuldi hvørt eitt mannamál
veitt tøkk á foldarvegi,
tí Guð so góður er við oss,
hann læt seg heingja á ein kross
for vára synd at gjalda.
 
2. Hin óndi fekk sær vald á mær,
hann hótti meg við deyða,
so tung mær henda byrði var,
og tárið vætti eygað.
Tí altíð djúpari sakk eg,
til sælu fann eg ongan veg,
mær mundi syndin valda.
 
3. Mær dygd og góðgerð hjálpti ei
á deyðanum at vinna,
hin sterki djevul segði nei,
hann læt seg ikki binda.
Eg komin var í fjandans vald,
hann vísti mær mítt syndagjald
og hótti meg við glatan.
 
4. Tá tókti Guði synd í mær,
eg staddur var í vanda,
hann miskunn veitti mær frá sær
og hevði hjálp til handa.
Av hjartans kærleika til mín
hann ofraði tí sonin sín,
tað kærasta, hann átti.
 
5. Hann segði við sín einkarson:
Nú vil eg miskunn inna,
og tú mást gista foldarlon,
tí arma frelsu vinna,
hjálp veita tí frá dóm og deyð,
ið staddur er í syndaneyð,
so hann við tær kann liva.
 
6. Hann faðir sínum lýðin var
og kom til jarðar niður,
ein rein og føgur moy hann bar,
hann er mín sálarfriður.
Frá faðir sínum fekk hann mátt
at bjarga mær frá heljarnátt
og illamann at binda.
 
Luther 1523. Grundtvig 1837. Olaf Rasmussen 1975.
Lag: Sl. 241 a og b.

Aftur
Send fyrispurning