Nú friður er á heiðum - 686
686
Nú friður er á heiðum
og kvirt á øllum leiðum;
so stilt alt sova man.
Og hugur mín og sinni
av hjarta tit nú innið
tað, skaparanum toknast kann.
2. Nú kámast allar gøtur.
Ei fleiri sólarløtur,
nú náttin valdið fær.
Ei skínur sólin bjarta
tó klárt í mínum hjarta:
mín Jesus lýsir fyri mær.
3. At enda dagur liðin,
og fram á himin stigin
er bjarta stjørnufjøld.
Sum tær vit skulu glógva,
tá vit um fjørðin rógva,
tá farið er um lívsins kvøld.
4. Sum hendur mínar fróar
av dagsins verki móðar
til hvílu gleða seg,
eg eisini vil førast
-um sál og likam møðast,
til sæluna á himnaveg.
5. Nú eygu míni stunda
at hvíla seg og blunda;
tí nú er svøvnur nær.
Lat Harran øllum ráða;
hann verjir meg frá váða.
Guðs eyga vakir yvir mær.
6. Tú veingir tínar breiði,
mín Jesus, tú meg eigi
og fjálga kjúkling væl.
Vil ormur um meg ringja,
so lat tín eingil syngja:
Væl varðveitt barn títt vera skal.
Aftur