Nú fer sólin avstað - 685
85
Nú fer sólin avstað.
Hon skal skína á onnur,
tí øllum á jørð tørvar hennara ljós,
og tey bíða við vón
eftir degnum, tú skapar.
Bert í tíni sól, Guð, fær lív nýggja kós.
2. Nú fer landið til hvíldar,
og skundurin minkar,
og kvøldtónar geva so heimligt eitt ljóð.
Ver hjá tí, góði Guð,
sum má sita aleina,
og teimum, sum arbeiða og eru móð!
3. Nú er tímin til kvirru,
til bøn og til hugsan,
til orðini stóru, sum krevja eitt svar.
Kom, nert við okkum, Kristus,
so vit lata upp
fyri gleði og lívi og friði í tær.
4. Nú er tímin, tá tú
dømir alt tað, vit gjørdu,
vit viku frá okkara næsta og tær.
Nú er tímin, tá tú
strikar alt tað, sum skilir,
tá tú sigur: Kom, og ver heima hjá mær!
5. Nú fer sólin avstað.
Ikki eru vit eina,
tí tú, Harri, vendir burt ótta og frykt.
Tá ið tú ert í myrkri,
er tað ikki myrkur,
tá tú ert hjá okkum, tá sova vit trygt.
Aftur