Sangir

Mín kæri Guð og himnafaðir vár - 673

673
Mín kæri Guð og himnafaðir vár,
útstrika synd og skuld,
klæð okkum hvít og lat oss gá
í tíni rættvísi nú huld
:/: at lova, prísa tær. :/:



2. Í føstum áliti sum teir,
í forðum hoyrdu teg,
teir lýddu kallið, gjørdust fleir,
lat okkum ganga sama veg:
:/: í stillum fylgja tær. :/:



3. Á, sabbatshvíld á oydnum stað
við vatnið kvirt og stilt,
har Jesus lá á knæ og bað
til faðirin í himni milt,
:/: alt merkt av kærleika. :/:



4. Tín frið sum døgg lat falla brátt
á vára møddu sál.
Kom, gev tú okkum nú tín mátt,
lat byrðina og strongdarbál
:/: heilt hvørva hjørtum frá. :/:



5. Lat balsam svala vára trá,
ei veri vilji mín.
Tú gjøgnum stormin tala má,
men tala nú til skapning tín
:/: sum milda fleyrið blítt. :/:

Aftur
Send fyrispurning