Sangir

Morgunstund á heimsins grund - 557

557
Morgunstund
á heimsins grund
nú alt úr svøvni vaknar,
og takkarsongur ljóðar hátt
til Guð, ið goymdi alt í nátt;
hans mildi eingin saknar.
 
2. Morgunstund
í líð og lund
tær blómur lov nú syngja,
frá lágu fold til himna hátt
slær fuglurin sín harpuslátt,
tær lovsongsklokkur ringja.
 
3. Morgunstund
av hjartans grund
sum børn vit Guði prísa,
ið lívið gav og ljós og frið;
hans náðiljós í dag skal við
bjart øllum leiðir vísa.
 
4. Morgunstund
á Harrans fund
vit fara ung og gomul,
hann signi okkum henda dag,
hann fái verkið væl í lag,
leiði hans hond øll somul!
 
5. Morgunstund
Guðs milda lund
er vernd vár, lívd og megi.
Og aldri verður nátt so long,
og aldri verður neyð so trong,
tað lýsir tó fyri degi.
 
6. Morgunstund
eftir deyðans blund
skal roða dagur blíður;
vit faðirs ásjón skulu sjá
og Guðs várs prís lovsyngja tá
í endaleysar tíðir.
 
J. Dahl 1913.
Lag: Sl. 233 a og b.

Aftur
Send fyrispurning