Sangir

Miskunnsami mildi faðir - 398

398
Miskunnsami mildi faðir,
gev í dag oss dagligt breyð!
Tú, sum grøs og liljur klæðir,
føðir fugl um hav og heyg,
fram um alt á foldum her
menniskjan tær kærast er,
trygt vit kunnu á tað líta,
ei tú vilt oss føði sýta.
 
2. Veit tí tú mær dagsins føði,
ei eg kann av sjálvum mær;
havsins fong og landsins grøði,
alt eg fáa má frá tær,
røkja seyðin vit sum best,
óvist er, hvat fæst í heyst,
Harrin og ei hagamaður
er tað, fyri skurði ræður.
 
3. Hvat kann eg av sjónum taka,
sendir Guð ei fisk í hav;
óhent nýtti eg mín haka,
um Guð ikki vøkstur gav;
fáfongt róðu vit um kapp,
vildi Guð, at grindin slapp;
føðir Guð ei fuglameingin,
ónýtt verður fleygastongin.
 
4. Vakur er ein veltur dalur,
grasgóð er ein albeitt líð;
tó, hvat geva kýr og smalur,
leggur Guð ei signing í!
Uttan hegni, vit og kraft
armóð høvdu øll vit havt;
gloym ei, tað er Guð, ið gevur
arbeiðsevni, tey tú hevur.
 
5. Síggi eg ein stakkal stríða
til at metta svangan munn,
Jesus, eg títt orð vil lýða,
ikki elska mammons grunn,
gera, sum mín Guð tað vil,
geva, har tað treingir til;
neyðarstaddan ei at gloyma
betri er enn gull at goyma.
 
6. Prísið Guði øll við gleði
fyri hjálp og dagligt breyð!
Ongantíð frá yngsta degi
læt hann okkum líða neyð,
hvønn ein morgun, faðir mín,
leita vil eg mær til tín,
og tá sól í hav er lækkað,
fyri dagligt breyð tær takka.
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 163.

Aftur
Send fyrispurning