Sangir

Barnagleði

1. Út at henta blómur, so vakrar eru tær;


nógvir ymsir litir, og nógvar eru har.


Reyðar, gular blómur og hvítar, lilla við;


sólin skínur, lýtt er, vit ganga lið um lið.


 


So vakurt er í Føroyum ein vakran summardag,


í bø, í fjøru, sandi, her spæla vit so glað.


Fjallatindar reystir teir fjálga okkar´ land,


barnarøddin ljómar, hon knýtir vinarband.


 


2. Í fjøru, sandi spæla, so hugnaligt tað er;


vit renna undan aldum og rópa út í verð:


"Lítla alda kom nú, tú skalt fáa bomm;


stóra alda kom nú, vit rópa á denn skomm".


 


3. At vera barn í Føroyum, so eydnuríkt tað er;


tí Føroyar eru vakrar, og besta stað í verð.


So friðarligt og heimligt í Føroyum altíð er;


so vakrar hesar oyggjar og vinarligt er her.


 


 


 

Aftur
Send fyrispurning