Lít tú bert á títt Faðirvár - 386
386
Lít tú bert á títt Faðirvár,
lat teg ei fet frá tí vikast.
Himmal og jørð í smildur gár,
aldri tó Faðirvár strikast.
Tað ber Guðs orð í barnsins lund,
tryggasta vernd í vandans stund,
prógv um, at Guð er vár faðir.
2. Virð tú tað væl, í Harrans navn'
bið, meðan tíðirnar renna,
bið sum eitt barn í Jesu favn',
so skalt hans góðsku tú kenna.
Vónir í hjarta festa búgv,
føðast av dópi hans og trúgv,
vaksa av Jesusar náði.
3. Minst tú so til í orð og gerð,
at um vár Jesus tann eina
boð oss bert Halgi Andin ber,* -
býttlingar annað tó meina. -
Hann birtir lív í Jesu navn,
hann leggur oss í Jesu favn,
leggur oss orð hans í minni.
4. Biður tú so títt Faðirvár,
andin við faðirsins orðum
lovar tær heim, har Jesus stár,
tá til hans barn tú ert vorðin,
tí bert Guðs sanna barnið kann
rópa av hjartans grund til hann,
nevna hann faðir og harra.
* 1 Kor 12,3
Grundtvig 1855. Poul F. Joensen.
Lag: sum Sl. 186.
Aftur