Sangir

Lítla Guðs barn, hvat sakar teg? - 48

48
Lítla Guðs barn, hvat sakar teg?
Faðir tín vísir tær himnaveg.
Hann er so ríkur, góður við,
trygt gongur tú við Harrans lið.
Guð havi lov.


2. Føði og klæði, hús og heim,
skulu Guðs børn kenna sakn av teim?
Guðs orðið føðir okkum øll,
børn eiga heim í faðirs høll.
Guð havi lov.


3. Fuglur í haga, urð og lund
syngur á morgni og kvøldarstund,
leitar sær stein á grønu ong,
svevur har søtt sum barn í song.
Guð havi lov.


4. Ikki hann veltir ella sá'r,
sankar ei saman for næsta ár;
tó, har sum bøndur líða neyð,
har finnur fuglur dagligt breyð.
Guð havi lov.


5. Blóman er yndislig at sjá,
virkar sær tó ongan klædnatráð;
og móti klæðum, sum hon ber,
drotningarbúni følin er.
Guð havi lov.


6. Blómur tær spretta, følna út,
ei manst tú meta tær, himna Guð,
móti teim kæru børnum smá,
sum fyri ásjón tíni stá.
Guð havi lov.


7. Lítla Guðs barn á foldum her,
halt tú teg at tínum faðir nær,
spyr um hans makt og kærleik við,
lít tú á hann og hvíl í frið.
Guð havi lov.


8. Føði og klæði faðir vár
gevur í morgin tær sum í gjár;
og tá tú svevur deyðans blund,
arvar tú dýrd hans somu stund.
Guð havi lov.


Grundtvig 1855-56. Símun av Skarði.
Lag: Sl. 211.

Aftur
Send fyrispurning