Sangir

Lovsyng tínum Harra, hvør ein kristin vørr - 2

2
Lovsyng tínum Harra, hvør ein kristin vørr,
- syngið nýggjan song -
tit einglanna herskarar, himin og jørð!
Øll verøldin lovsyngi Guði.


2. O, syng tínum skapara fagnaðarlag.
- syngið nýggjan song -
og kunngerið náði hans dag eftir dag!
Øll verøldin lovsyngi Guði.


3. O, syngið um dýrd Guðs í himni, á fold,
- syngið nýggjan song -
hvørt hjarta, hvør tunga, og alt undir mold!
Øll verøldin lovsyngi Guði.


Valdimar Briem. J. Dahl 1925.
Lag: sum Sl. 104.

Aftur
Send fyrispurning