Sangir

Leið meg Guð, á lívsins veg - 305

305
Leið meg Guð, á lívsins veg,
lær meg dýrt at elska teg,
elska teg av heilum mátt',
unna granna mínum gott.
 
2. Faðir, veit mær fasta trú,
fremsta álit mítt ver tú,
fastan halt meg tær íhjá,
fellur enn mær verðin frá.
 
3. Legg mær vón í veikan barm,
vón, sum lættir sorg og harm;
gongst mær illa, gongst mær væl,
takkarsongur ljóða skal.
 
4. Hugmóðs tankar úr mær rek,
vís mær gløgt mítt egið brek;
fals og øvund, hatska trá,
kæri faðir, halt mær frá.
 
5. Lat meg vinna sálarfrið
og tann gleim, sum varir við;
tá mítt hjarta meir ei slær,
himnakrúnu gev tú mær.
 
Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 208 a og b.

Aftur
Send fyrispurning