Lat hurðar upp, ger borglið breið - 84
84
Lat hurðar upp, ger borglið breið,
hin dýrdardrottur er á leið!
Hann valdið hevur um øll lond,
og øllum bjarga kann hans hond.
2. Í rættvísi er øll hans ferð,
hann frið og sælu við sær ber;
hann spaklyntur at hjálpa fer,
hans veldisstavur miskunn er.
3. Hann okkum boðar gleðiár,
hann endar neyð og turkar tár;
og tí á røddum uttan tal
lovsongur honum ljóða skal.
4. Ja, sælur er tann staður vist,
hvørs kongur verður Harrin Krist.
Hvørt hjarta av tí lukku fær,
at Jesus eigur heimvist har.
5. Mín hjartahurð skal opnast tær,
kom, Jesus mín, og gist hjá mær.
Lat tað av náði verða svá,
at eg tín kærleik ognast má.
6. Við halgum anda okkum leið,
til sæluheimin vegin greið,
so her vit tær lovsyngja øll
og takka tær í himnahøll.
Sálmur 24,7-10, Matt. 21,1-11.
G. Weissel 1635. N.J. Holm 1829.
J. Dahl 1915.
Lag: Sl. 202.
Aftur