Sangir

Kæri Jesus, eg vil bíða - 73

73
Kæri Jesus, eg vil bíða
tína hjálp og miskunn her,
meðan taldir dagar líða,
meðan ymist leikur fer.


2. Tíð mín er í tínum hondum,
lagnu míni ræður tú,
heldur meg við trygdarbondum
tætt at tær í vón og trú.


3. Tín er nátt, og tín er dagur,
ljóst er myrkur fyri tær;
hugur mín kann gerast glaður,
um hvør leið er duld hjá mær.


4. Jesus, gev mær tol at bíða,
gev mær vón og treyst og trúgv,
meðan eg skal fram meg stríða,
meðan leið er long og drúgv.


5. Lat í fótspor títt meg stíga,
lat meg vera tær við lið,
so við tær eg her má líða,
so hjá tær eg eigi frið.


6. Køvir av um allar leiðir,
skal mær lutast sorg og stríð,
hjá tær sál mín tolmóð eigur,
til tað aftur lýsir í.


7. Skal á foldum alt eg missa,
teg eg eigi, Jesus mín;
himna dýrd eg ei skal lissa,
vón mín, lít mín er til tín.


8. Lat av tíni hond meg henda,
hvat tú vilt á míni ferð,
bert eg má í himni lenda,
tá mín fjørður rógvin er.


J. Dahl 1926.
Lag: Sl. 200.

Aftur
Send fyrispurning