Kennir tú henda meistaramann? - 623
623
Kennir tú henda meistaramann?
Hann vallaði á vatni, og í ský hann svann.
Hann vendi alt á høvdið, hann á deyðanum vann.
Hann okkum endurføddi, ævinleikan hann fann.
2. Kennir tú henda meistarakokk?
Hann sat ímillum skøkjur og onkran ørvitisknokk,
hann mettaði ein maktarleysan menniskjaflokk,
so væl og virðiligani, at øll fingu nokk.
Hann var eitt ljós,
sum eitt stjørnuhav,
borin inn í eitt fjós av Mariu drós.
Hann okkum beyð at ganga sína egnu kós,
hóast tú og eg vita,
at mongum ætlan brast.
3. Kennir tú henda meistaramann?
Hann tempulfólkið rak á dyr við levind og gang.
Tí bønarhúsið líktist eini ránsmannabúð.
Tað gongur ikki, skilja bæði eg og tú.
4. Kennir tú henda meistaramann?
Hann klára kelduvatnið fekk til perlandi vín.
Hann segði: Latið smábørnini koma til mín.
Á krossinum ein´ røvara hann beyð heim til sín.
Hann var eitt ljós,
sum eitt stjørnuhav,
borin inn í eitt fjós av Mariu drós.
Hann okkum beyð at ganga sína egnu kós,
hóast tú og eg vita,
at mongum ætlan brast.
Aftur