Sangir

Jól bera fagnarboð um gátt - 616

616
Jól bera fagnarboð um gátt,
nú kirkjuklokkurnar ringja;
tað, einglarnir sungu jólanátt,
hvørt mansbarn av gleiði skal syngja.
Greinin á lívsins træi von
ber ljós sum fuglur á kvisti;
tað barn, ið seg frøir undir lon,
av mætari gleði ei visti.



2. Gleðin er gestur vár í dag
við himnakonginum balda;
tú títlingur flúgv til føður stað
við dúgvum nú jól at halda!
Dansa tú barn á móður fang´
nú dagur besti er runnin,
tí frelsarin kom við einglasang´
og paradísleiðin er funnin.



3. Sjálvur eitt barn var felsarin,
í krubbu lagdur at sova;
Guðs einglar, teir flúgva út og inn
í garðinum, Jesus oss lovar.
Himnanna kongur okkum hjá
ber jólagleði og sangir,
hann fevnir tær barnasálir smá'
og lovar oss einglaveingir.

Aftur
Send fyrispurning