Jesus nýtti fornan sið - 620
620
Jesus nýtti fornan sið
í sín haldidóm at fara.
Gævi, hvørt eitt ættarlið
henda sama sið má læra.
Her at savnast um Guðs orð,
skírnarfunt og altarborð.
2. Tey, ið vígdu okkum veg,
sýndu okkum kirkjugøtu,
løgdu dýrgrip eftir seg,
tá tey manga halgiløtu
leiddu oss at hoyra hann
trúarinnar upphavsmann. *
3. Her á hesum halga stað
fedrar fingu sálarføði,
trúarstyrki halgidag,
hvíldu her frá dagsins møði.
Løgdu alt í Harrans hond,
var enn lagnan mangan vánd.
4. Enn í halga húsi hans
Harrans orð vit kunnu hoyra;
tað av munni frelsarans
nemur hjarta várt og oyra,
veitir okkum sálarfrið,
um bert hann vit kennast við.
5. Gævi, Guð, ið hvussu fer,
fólk várt má til kirkju leita.
Hann oss frið og frelsu ber,
vil í trúnni oss varðveita
til tann dag, vit skulu sjá
tað Guðs lamb, vit trúðu á.
*Hebr. 12,2
Aftur