Sangir

Jesus, ver við okkum nú - 438

438
Jesus, ver við okkum nú,
signa hvørja løtu!
Ljósar leiðir beini tú
eftir lívsins gøtu!
 
2. Fylg tú við í ferðini,
hjálp tú har, ið bagir!
Sleppir tú ei hondini,
gerast dagar glaðir.
 
3. Bygg tú heim várt, signa tað,
hvønn dag tú oss vitji!
Miskunn tín, títt friðarlag
aldri frá oss flytji.
 
4. Verður gongdin sólarbjørt,
verk vár eydnu fáa,
dimma stundum skýggj so svørt, -
vilji tín skal ráða.
 
5. Tá ið ferð at enda er,
lívsins løtur halla,
kæri Jesus, hjá oss ver,
leið oss heim til halla.
 
J. Dahl 1908. Lag: sum Sl. 79.

Aftur
Send fyrispurning