Eg eri jólamaðurin
1. Eg eri jólamaðurin
við stórum gráum skeggi,
í koti og svørtum knæbuksum
eg búgvi í hulduheyggi.
– Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum,
nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.
2. Tá komið er út í adventu
og jólini nærkast í hvørjum,
hugsi eg bara um jólagávur
til dreingir og gentur í Føroyum.
– Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum,
nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.
3. Eg veit, tey sita og gleða seg
bæði á bygd og í býnum;
nógvar verða gávurnar,
tí hvørt má halda á sínum.
– Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum,
nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.
4. Her eru dukkur og dukkustovur,
hestar, bilar og bátar,
ein so vakur flúgvari
og nógvir tinsoldátuar.
– Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum,
nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.
5. Her eru dýr í hópatali,
fuglar og smáir fiskar,
ein so fittur hundahvølpur
og ein lítil kiska
– Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum,
nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.
6. Her er alt, sum børnum dámar,
tað er ikki um at tosa.
Lat so bara jólini koma,
nú havi eg fullan posa.
– Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum,
nú er stund at gleða seg,
tí jólini nærkast í hvørjum.
Aftur