Sangir

Hví so stúrin, vinur - 605

605
Hví so stúrin, vinur,
hví er lund so sár?
Turka burtur, vinur,
turka burtur tár.
Minst til, at tú eigur
vin í himnaborg,
sum tær leggur leiðir,
lutar sút og sorg.



2. Hesin himnafaðir
veit, hvat vantar tær,
fugl og liljur klæði,
allan tørv tín sær.
Á hann mást tú líta,
kæri vinur mín,
hvat hann tær vil býta!
-Hann er faðir tín.



3. Hansar stóra náði
fylgir tær á fold,
eigur á tær ráðið,
til tú legst í mold.
Lyft tí tínum eygum
upp til faðir tín
burt frá heimsins neyðum
-kæri vinur mín.

Aftur
Send fyrispurning